Ikki loyvt at seta oljufýr upp í nýggjum bygningum

25.09.2023 - 09:29
AktueltPolitikkur
Ikki loyvt at seta oljufýr upp í nýggjum bygningum
Kunngerð um hetta er júst komin í gildi
Á nýggjárinum verður ikki loyvt at seta oljufýr upp í nýggjum bygningum. (Savnsmynd)
 

Frá 1.januar næsta ár er ikki loyvt at leggja inn oljufýr ella annan útbúnað, sum brúkar olju, gass, kol ella aðrar steinrunnar oljuúrdráttir til upphiting í nýggjum bygningum.

Tað stendur í kunngerð, sum júst er komin í gildi.

Har stendur eisini, at tíðaravmarkað undantak kann gevast, tá ikki ber til at binda í elnetið hjá SEV.

Skulu tey, sum ætla sær at byggja, sleppa undan treytini í nýggju kunngerðini, skulu tey søkja um byggiloyvi fyri 1.november.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. november
RagnarRokk 30. november 2023
165695
Hósdag 30. november
RagnarRokk: Chris Vos um The 4th Album
165691
Hósdag 30. november
RagnarRokk: CC McKenna um Initation
165692
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740
Mikudag 29. november
Húsavík í søgu og søgn
62612
Mikudag 29. november
Beautyvarpið við Katrinu
166490
Týsdag 28. november
Veðrið
166469