Samgongan kúrr um uppboðssølu

26.09.2023 - 18:00
AktueltPolitikkur
Samgongan kúrr um uppboðssølu
Hetta er løgið, tí samgonguflokkarnir raðfestu uppboðssølu av veiðirættindum, seinast teir sótu í landsstýri, sigur politiskur viðmerkjari
Eirikur Lindenskov, blaðstjóri og viðmerkjari.
 

Tað er løgið, at einki hoyrist um uppboðssølu av veiðirættindum, tíansheldur at nakað stendur í samgonguskjalinum um, at arbeitt eigur at verða fyri eini uppboðssølu.

Tað heldur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri og politiskur viðmerkjari, um tilmælið hjá Hansi Ellefsen, búskaparfrøðingi, um at selja øll veiðirættindi á uppboðssølu.

Eirikur Lindenskov vísir á, verandi samgonguflokkar arbeiddu nógv við uppboðssølu av veiðurættindum, seinast teir sótu í samgongu.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

26092023_Eirikur_um_uppbodssolu

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur, at hann umsitur ikki fiskivinnumál nú, og vil tí ikki viðmerkja málið, men vísir til Dennis Holm, sum hevur málsøkið. 

Tað hevur ikki eydnast at fáa nakra viðmerking frá Dennisi Holm, landsstýrismanni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 4. desember
At leggja hond á er harðskapur
166869
Mánadag 4. desember
Góðan morgun Føroyar 04.12.20.2023
166868
Mánadag 4. desember
Møti: Møti í Betesda í Klaksvík.
166853
Mánadag 4. desember
Morgunlestur mánadagur 4. desember 2023
166845
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. desember
Møti úr Ebenezer
166844
Fríggjadag 1. desember
Veðrið
166815
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740