Ráðstevna um ríkisfelagsskapin

27.09.2023 - 09:08
AktueltPolitikkur
Ráðstevna um ríkisfelagsskapin
Millum teirra, sum vera á ráðstevnuni, er Bertel Haarder, fyrrverandi fólkatingsmaður. Eisini verður pallborðskjak
Ríkisfelagsskapurin er á breddanum í Løkshøll seinnapartin í morgin.
 

Eru rembingar í ríkisfelagsskapinum millum Grønland, Føroyar og Danmark? Hvat er orsøkin til, at misnøgdin kemur fram ferð eftir ferð? Eru aðrir mátar hjá hesum trimum londum at skipa felagsskapin? 

Hesir eru nakrir av spurningunum, sum verða svaraðir á ráðstevnu um ríkisfelagsskapin og norðurlendska samstarvið, sum Norrøna Felagið og Fróðskaparsetrið skipa fyri í morgin.

Teir, sum svara hesum spurningum, eru m.a. Bertel Haarder, fyrrverandi fólkatingsmaður, og Michael Zilmer-Johns, fyrrverandi sendimaður fyri danska uttanríkisráðið.

Eisini koma Jens Christian Svabo Justinussen, samfelagsfrøðingur, og Bárður Larsen, løgfrøðingur, við sínum íkasti.

 

Pallborðskjak

Seinni verður pallborðskjak millum Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, Bárð á Steig Nielsen, formann í Sambandsflokkinum, og Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann norðurlandamálum.

Ráðstevnan verður í Løkshøll í Runavík í morgin frá klokkan 13 til 16.30.

Ráðstevnan er ókeypis, men neyðugt er at melda til, siga fyrireikararnir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 5. desember
Breddin: Burðartalið
166941
Týsdag 5. desember
Góðan morgun Føroyar 05. desember
166937
Týsdag 5. desember
Morgunlestur týsdagur 5. desember 2023
166846
Mánadag 4. desember
Norðurljóð 4.desember
166874
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. desember
Møti úr Ebenezer
166844
Fríggjadag 1. desember
Veðrið
166815
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740