Mentanarvirðislønir landsins: KVF sendir beinleiðis mikukvøldið 18. oktober

Um KVFTíðindi
Mentanarvirðislønir landsins: KVF sendir beinleiðis mikukvøldið 18. oktober
Kringvarpið sendir beinleiðis frá hátíðarhaldinum í Miðnámsskúlanum í Vestmanna, tá mentanarvirðislønir og heiðursgáva verða handaðar klokkan 19
Mentanarvirðisløn Landsins hevur verið latin siðani 1998. Talan er um tvær høvuðsvirðislønir, sum verða latnar hvørt ár, og av og á verður ein triðja virðisløn latin.
 
10/16/2023 - 14:17

Aftur í ár verða Mentanarvirðislønir og Heiðursgáva landsins latnar. Talan er um Mentanarvirðisløn landsins, 150.000 kr., heiðursgávu landsins, 75.000 kr., og serstøku virðislønina, 50.000 kr. Harafturat verður sømdargáva latin, sum er 20.000 kr. um árið.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, handar virðislønirnar til lista- og mentafólk fyri árið 2023.

Handanirnar verða mikukvøldið 18. oktober kl. 19 til á leið 20.30. Í ár verður tiltakið hildið í Miðnámsskúlanum í Vestmanna, sum heldur til á Fjarðavegi 4. 

Kringvarpið hevur í mong ár sent frá hesi hátíðarløtu. Fyrst var útvarpað beinleiðis, síðani var eisini stroymt í nøkur ár, og seinnu árini hevur sjónvarpið sent beinleiðis.

Páll Danielsen verður vertur.

Tiltakið er alment, og Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum í sjónvarpinum og á heimasíðuni, kvf.fo.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. november
Veðrið
166469
Sunnudag 26. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
166281
Sunnudag 26. november
Andakt við Anniku Berg
166280
Fríggjadag 24. november
Veðrið
166248

Um kvf css