BIIT: Nývín smakkroynir tvey brúsandi vín

 
07-11-2023
biitGrein
BIIT: Nývín smakkroynir tvey brúsandi vín
Hoyr og síggj nýggja táttin Nývín, har Bjørk Sigurdsdóttir og Andrea Arnfríðardóttir smakkroyna vín.
biit

Smakkar tú mun á dýrum og bíligum brúsandi víni?

Hvussu kalt skal brúsandi vín vera fyri at smakka best?

Hví varð sjampanja rópt Djevulsins vín?

Hví broytist vínsmakkurin aftur við kaffi og osti?

Hesir spurningar og aðrir við verða svaraðir í fyrsta parti av nýggja táttinum Nývín.

NyVin_NET3

Bjørk og Andrea smakkroyna vín

 Tær báðar Bjørk Sigurdsdóttir og Andrea Arnfríðardóttir hava stóran áhuga fyri víni og mati.

Tær eru ikki vínserfrøðingar; men í yrkinum sum tænarar hava tær eina ávísa vitan um vín.

Tær hava tí bjóðað seg fram til at smakkroyna ymisk sløg av víni.

1633660

Eitt dýrt og eitt bíligt brúsandi vín

Tátturin eitur Nývín, og í fyrsta parti smakkroyna tær tvey sløg av brúsandi víni.

Tann fyrra fløskan er ein sjampanja, Charles Montaine brut fyri 230 krónur.

Tann seinna fløskan kallast Vilarnau, Demi Sec, økologisk fyri 95 krónur.

 

 

Útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og í Danmark
04-12-2023
Poddvarp
P1
Í øðrum parti av Beautyvarpinum vitjar Anna Katrin Mohr, sum júst hevur fingið koyrikort; men hon er ikki nøgd við bilkeypið.
22-11-2023
Grein
Beautyvarpið eitur nýggj røð, sum Biit - ungdómstoymið hjá Kringvarpi Føroya - framleiðir.
15-11-2023
Grein
Hoyr og síggj nýggja táttin Nývín, har Bjørk Sigurdsdóttir og Andrea Arnfríðardóttir smakkroyna vín.
07-11-2023
Grein
Aleksandra Drzal kom inn í Biit-studio at royna tveir serføroyskar rættir: Turran fisk og franskan hotdog.
06-11-2023
Grein
Fríði Djurhuus hevði í vikuni eina 12 minuttir langa háfloygda samrøðu við fjøllistamannin Goodiepal, sum vitjar Føroyar í hesum døgum.
28-10-2023
Grein
Biit-dokumentarur: Tvær vinkonur - onnur úr Kenja, hin úr Føroyum - er ein ferð inn í ein nýggjan veruleika.
24-10-2023
biit
Andrias Garðsá og Emma Bech Christiansen greiða frá, hvussu tað var at vera í 18 ára føðingardegi hjá Christiani prinsi.
23-10-2023
Grein