Katrin Petersen nýggjur tíðindaleiðari í Kringvarpinum

Um KVFTíðindi
Katrin Petersen nýggjur tíðindaleiðari í Kringvarpinum
Katrin Petersen hevur áður starvast sum virkandi tíðindaleiðari í SVF og hevur eisini verið journalistur, redaktørur og vertur í Degi og Viku
 
11/11/2023 - 16:06

Tað er ein journalistur við drúgvum royndum, sum tekur við sum tíðindaleiðari í KVF.

Katrin hevur lokið journalistútbúgvingina á Journalistháskúlanum í Aarhus. Á yrkisleiðini hevur hon m.a. starvast á Dimmalætting og sum fríyrkisjournalistur. Eisini hevur hon verið leiðari á Visit Sandoy.

Seinnu árini hevur hon arbeitt sum sjálvstøðugur kunningarráðgevi og samskipari og hevur m.a. verið samskiftisráðgevi fyri Umhvørvisstovuna og Tjóðveldi.


Spennandi uppgávur fyri framman

Kringvarpið leggur seg alt meira eftir at menna tilboð til talgildu pallarnar. Samstundis skal fokus alla tíðina vera á at menna kritiska journalistikkin og perspektiverandi orðaskiftið millum partar í samfelagnum, soleiðis at bólkar ikki kenna seg gloymdar.

Tíðindadeilin í KVF er størsta journalistiska arbeiðsplássið í landinum. Har starvast um 20 tíðindafólk umframt framleiðarar, fotografar og grafikarar. Deildin ger tilfar til útvarp, sjónvarp og net.

Katrin tekur við sum tíðindaleiðari eftir Georg L. Petersen, sum segði seg úr starvi. Georg starvast nú sum journalistur á tíðindadeildini í KVF, men er virkandi tíðindaleiðari, til Katrin tekur við. Katrin Petersen tekur við starvinum 1. januar.

Fimm umsóknir vóru til starvið. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. november
Veðrið
166469
Sunnudag 26. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
166281
Sunnudag 26. november
Andakt við Anniku Berg
166280
Fríggjadag 24. november
Veðrið
166248

Um kvf css