Sjúkrarøktarfrøðingar rýma í onnur størv

13.11.2023 - 13:10
AktueltSamfelag
Sjúkrarøktarfrøðingar rýma í onnur størv
Lønin samsvarar ikki við ábyrgd og vitanarøki, sigur Sylvia Thomsen, sum sjálv umhugsar at rýma úr yrkinum
Frá stuðulsgonguni, sum sjúkrarøktarfrøðingar skipaðu fyri. Verkfallið gongur nú á sjeyndu viku. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

Alsamt fleiri sjúkrarøktarfrøðingar rýma úr yrkinum, tí at umstøðurnar eru ikki nóg góðar.

Serliga er tað ein trupulleiki, at sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum hava flestu royndirnar , fara í onnur størv.

Tað sigur Sylvia Thomsen, sjúkrarøktarfrøðingur, sum sjálv umhugsar at rýma, nú tað framvegis ikki hevur eydnast at finna eina semju millum Fíggjarmálaráðið og Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. 

Sylvia Thomsen heldur, at lønin samsvarar ikki við ábyrgd og vitanarøki.

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum gongur nú á sjeyndu viku.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

13112023_Sylvia_Thomsen


 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
166281
Sunnudag 26. november
Andakt við Anniku Berg
166280
Fríggjadag 24. november
Veðrið
166248
Hósdag 23. november
Sært tú meg? (2:4)
166190
Mikudag 22. november
Úr savninum: Robert - konsert
166089