Skaldsøgan ”Tám” á vágskálini

13.11.2023 - 11:00
Mentan
Skaldsøgan ”Tám” á vágskálini
Mikudagin kl. 17.05 verður skaldsøgan ”Tám” eftir Jón Thorsteinsson ummæld í útvarpinum
Sanna Klein og Sámal Soll fara at ummæla skaldsøguna "Tám" eftir Jón Thorsteinsson
 

Skaldsøgan "Tám" kom út undan jólum í 2022, og hetta er fyrsta skaldsøgan, sum Jón Thorsteinsson hevur skrivað.

Frammanundan hevur hann skrivað tvey stuttsøgusøvn.

Tá Jón Thorsteinsson fór undir at skriva ”Tám”, gjørdi hann av at fara í farloyvi sum lærari á Glasi í enskum og leiklist.

”Tám” er 342 síður og snýr seg um tey bæði Anju og Bartal, sum eru í 40’unum.

Anja flytur heim úr Danmark við 13 ára gamla Dánjali, tí hon er skild frá danska manni sínum. Bartal, sum býr í Føroyum, hevur eisini verið í parlagi, sum er endað.

Bæði bústaðarneyð, avbjóðingar hjá ungfólki, stættarmunur, arbeiðslív og brotsverk verða lýst í bókini.

Sanna Klein og Sámal Soll fara at ummæla.

Uni Arge leggur til rættis.

Hvat: Vágskálin
Hvar: Í útvarpinum
Nær: Mikudagin kl. 17.05

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. desember
RagnarRokk 7. desember 2023
166341
Hósdag 7. desember
Ójól 2023
167090
Hósdag 7. desember
Samværi 013 - at visualisera
167074
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. desember
Sært tú meg 4:4
167093
Mikudag 6. desember
Úr savninum: Haruveiða í felag
135726
Týsdag 5. desember
Hin rusuti á Kilimanjaro (5:8)
167000
Týsdag 5. desember
Veðrið
166965