Ungdómstoymið hjá Kringvarpi Føroya er farið í holt við eina røð, tey kalla Beautyvarpið.
Vertur er Pól Jóhannus Toftegaard Larsen, sum sjálvur ikki óttast at smyrja sær um andlitið.
Til hvønn part hevur verturin, Pól Jóhannus Toftegaard Larsen, ein nýggjan gest við sær inn í sminkirúmið, har tosað verður um leyst og fast - alt frá góðum ráðum um smyrsl til samfelagslig viðurskifti.
Fyrsti partur kom út í dag. Gestur er Annika Ró Samuelsen. Fyrsti partur sæst her:
BV_ANNIKA