U21-landsliðið er sett

16.11.2023 - 13:06
ÍtrótturFótbóltur
U21-landsliðið er sett
Eyðun Klakstein hevur sett liðið, sum skal royna seg á útivølli ímóti Grikkalandi í U21-undankappingardysti
U21-landsliðið spælir EM-undankappingardyst ímóti Grikkalandi klokkan 14
Mynd: FSF  
 

Seinnapartin spælir føroyska U21-landsliðið í fótbólti EM-undankappingardyst á útivølli ímóti Grikkalandi.

 - Hetta verður ársins truplasta uppgáva á útivølli, men vit hava vónir um, at vit kunnu avrika væl og fáa okkurt við okkum heim. Skulu vit megna at vinna stig, so skulu vit spæla upp til okkara allar besta, og vit skulu hava teir at gera tað, sum teir ikki eru so góðir til, sigur Eyðun Klakstein við fsf.fo.

Liðið, sum skal á vøllin ímóti grikkum klokkan 14:00, er sett og sær soleiðis út.

 - Ari í Haraldsstovu Petersen; Signar á Brúnni, Áki Johannesen, Børge Petersen, Elias Rusborg, Ási Dam; Áki Samuelsen, Noah Hans Mneney, Gullbrandur Øregaard, Olaf Bárðarson; Jørgen Nielsen.

Undan dystinum eru Føroyar á 3. plássi í bólkinum við sjey stigum, meðan grikkar eru á 4. plássi við fýra stigum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
166281
Sunnudag 26. november
Andakt við Anniku Berg
166280
Fríggjadag 24. november
Veðrið
166248
Hósdag 23. november
Sært tú meg? (2:4)
166190
Mikudag 22. november
Úr savninum: Robert - konsert
166089