Børn mugu sleppa at spæla

20.11.2023 - 20:32
Aktuelt
Børn mugu sleppa at spæla
Ein donsk kanning vísir, at donsk børn spæla minni og trívast verri. Ein trupulleiki er, at børnini í dag ganga til so nógv, at tey ikki hava tíð til spæl
Gransking vísir, at spæl og trivnaður hjá børnum hanga saman
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 

Donsk børn spæla minni og trívast verri.

Tað vísir ein nýggj stór donsk kanning av børnum upp til 15 ár.

Ditte Winther-Lindqvist, sum er menningarsálarfrøðingur og lektari við lærda háskúlan í Aarhus, hevur tikið stig til kanningina. Hon hevur síðan 2003 granskað, hvussu børn spæla.

Hon sigur við DR, at børn í dag hava nógv minni tíð til at spæla, og tað kann elva til stúran, tí sambært Ditte Winther-Lindqvist er eisini ein greiður samanhangur millum spæl og trivnað. Tí jú meira børn spæla - og her verður serliga hugsað um frítt spæl uttandura - jú betur trívast tey.

Hon vísir eisini á fýra átøk, sum foreldur kunnu gera fyri at fáa børnini at spæla meira.

Tað fyrsta er at geva børnunum frí, so at skilja, at tey ikki skulu hava fyri neyðini at ganga til alt møguligt í frítíðini og um vikuskiftini. Tað næsta er at sløkkja skíggjarnar - bæði teldilin, telefonina og sjónvarpið. Tað triðja er loyva børnunum at spæla og royna seg og geva teimum loyvi til at fáa ilt onkuntíð, heldur enn at ansa so væl eftir teimum, at tey einki kunnu sjálvi. Og tað fjórða er at fáa børnini at spæla við onnur børn, til dømis í grannalagnum, heldur enn at spæla sjálvi ella við foreldrini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 4. desember
Møti: Møti í Betesda í Klaksvík.
166853
Mánadag 4. desember
Morgunlestur mánadagur 4. desember 2023
166845
Sunnudag 3. desember
Guðstænasta í Tvøroyrar kirkju
166838
Sunnudag 3. desember
Meg minnist - Dánjal Andreasen (2:5)
166318
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. desember
Møti úr Ebenezer
166844
Fríggjadag 1. desember
Veðrið
166815
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740