
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lagið var gott í Tirana fríggjakvøldið, eftir at Albania við javnleiki í Moldova hevði tryggjað sær pláss í EM-endaspælinum.
Í kvøld verður roknað við sannari fólkaveitslu á Air Albania-leikvøllinum, men Føroyar skulu kortini ikki rokna við einum løttum dysti.
- Fólkið kemur at hátíðarhalda, men vit eru til arbeiðis, sigur navnframi venjarin hjá Albania, Sylvinho, sambært albanska høvuðsstaðarmiðlinum koha.net.
- Síðan vit komu aftur (úr Moldova, red.), hava vit hugsavnað okkum um dystin ímóti Føroyum. Teir eru stórir og verja væl, men vit vilja enda á fyrsta plássi í bólkinum, sigur Sylvinho.
Albania liggur á fyrsta plássi í bólkinum við 14 stigum, tvey stig frammanfyri Kekkia, sum tekur ímóti Moldova í kvøld. Tí er ikki vist, at javnleikur er nóg mikið hjá teimum reyðu og svørtu, um teir vilja tryggja sær oddasessin.
Moldova kann spæla seg til endaspælið í Týsklandi við sigri á Kekkia í kvøld.