Biðja um størri játtan til Starvsstovuna

21.11.2023 - 09:50
AktueltPolitikkur
Biðja um størri játtan til Starvsstovuna
Inntøkurnar úr Russlandi, sum fíggjaðu matvørukanningar eftir kravi frá ES, eru nærum horvnar
Heilsuføðiliga starvsstovan hevur ikki serkilda játtan til kanningar, sum ES krevur. (Savnsmynd)
 

Hóast útflutningurin til Russlands er nógv minkaður, kostar hann ikki Heilsufrøðiligu starvsstovuni minni.

Fíggjarnevndin spurdi Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, hvussu tað ber til, at biðið verður um størri játtan í uppskotinum um fíggjarlóg til Heilsufrøðiligu starvsstovu, tí útflutningurin til Russlands er minkaður niður í lítið og einki. 

Svarið er, at inntøkurnar, sum komu úr Russlandi fyri matvørukanningar, eru minkaðar nógv.

 

Hava ikki serkilda fígging

Men ES krevur hesar kanningar. 

Og tær útreiðslurnar eru ikki minkaðar. Men pengarnir, sum komu úr Russlandi at gjalda hesar kanningar, eru nærum horvnir.

Skyldurnar, sum ES krevur, standa við, og tær skyldurnar hava ikki serskilda fígging.

Tær fíggjaði útflutningurin til Russlands.


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. november
Veðrið
166469
Sunnudag 26. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
166281
Sunnudag 26. november
Andakt við Anniku Berg
166280
Fríggjadag 24. november
Veðrið
166248