Á Breddanum: Mannfólkadagur og javnstøða

21.11.2023 - 09:13
AktueltSamfelag
Á Breddanum: Mannfólkadagur og javnstøða
Eru nøkur serlig øki, har menn eru meira útsettir, og hvussu kemur tað til sjóndar, verður spurt í sendingini í dag
Magni Højgaard, leiðari í "Megna títt liv," og Pál Weihe, lækni og granskari, vera í Breddanum fyrrapartin.
 

Menn liva styttri enn kvinnur, og teir hava eisini verri heilsu. 

Altjóða mannfólkadagur var sunnudagin, og í tí sambandi fara vit í dag at tosa um javnstøðu.

Hvussu mangla menn javnstøðu? Eru nøkur serlig øki, har menn eru meira útsettir? Og hvussu kemur tað til sjóndar? 

Magni Højgaard, leiðari í "Megna títt lív," og Pál Weihe, lækni, granskari og fyrrverandi formaður í Læknafelagnum, vera í útvarpsstovuni.

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. november
Veðrið
166469
Sunnudag 26. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
166281
Sunnudag 26. november
Andakt við Anniku Berg
166280
Fríggjadag 24. november
Veðrið
166248