Hamas og Ísrael nærkast vápnahvíld

21.11.2023 - 10:21
AktueltÚtheimurin
Hamas og Ísrael nærkast vápnahvíld
Katar hevur týðandi diplomatiskan leiklut í royndini at fáa vápnahvíld í lag
Kríggið millum Ísrael og Hamas í Gasa hevur vart síðani 7. oktober, tá Hamas leyp á Ísrael. Nú er vápnahvild í eygsjón.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 

Hamas og Ísrael nærkast avtalu um vápnahvíld. 

Tað sigur ovasti politiski leiðarin í Hamas, Ismail Haniyeh.

- Hamas hevur sent sínar viðmerkingar til uppskotið um avtalu til embætisfólk í Katar, sigur Haniyeh í fráboðan til Reuters. 

Tíðindini um avtaluna eru ikki váttað enn, og ikki er greitt, nær tað verður.

Katar hevur týðandi diplomatiskan leiklut í krígnum millum Hamas og Ísrael. 

Meginparturin av leiðsluni í Hamas er í Qatar.

 

Ismail Haniyeh er politiskur leiðari í Hamas. (Mynd: CNN)

 

Í ljósmála

Í gjár segði amerikanski forsetin, Joe Biden, at ein avtala um vápnahvíld og at lata gíslar leysar, er í ljósmála.

Í fráboðanini frá Haniyeh stendur einki um, hvussu leingi vápnahvíldin verður, og heldur ikki, hvussu nógvir gíslar kunnu latast leysir.

Hernaðarligir palestinar í Gasageiranum hava í minsta lagi 237 sivilfólk og hermenn sum gíslar, eftir at hermenn hjá Hamas lupu á har suðuri í Ísrael 7. oktober. 

Fimm gíslar eru higartil latnir leysir.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hitti í gjárkvøldið familjur hjá fleiri gíslum.

- At fáa gíslarnar heim í øllum góðum er eitt 'heilagt mál', segði Netanyahu við familjurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. november
Veðrið
166469
Sunnudag 26. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
166281
Sunnudag 26. november
Andakt við Anniku Berg
166280
Fríggjadag 24. november
Veðrið
166248