Landsstýrismálanevndin fingið kæru frá borgara

21.11.2023 - 11:19
AktueltPolitikkur
Landsstýrismálanevndin fingið kæru frá borgara
Nevndin viðger í dag, um hon skal viðgera kæruna ella ikki
Hans Jacob Thomsen er formaður í landsstýrismálanevndini.
 

Langt er millum fundirnar hjá landsstýrismálanevndini hjá løgtinginum.

Ein var í juni.

Og nú verður ein seinnapartin í dag.

Hans Jacob Thomsen, formaður í nevndini, sigur, at nevndin hevur fingið eina kæru frá einum privatum borgara, sum tað eitur á heimasíðuni hjá nevndini.

Nevndin skal í dag viðgera, um nevndin skal viðgera hesa kæru ella ikki.

 

Vil einki siga

Hans Jacob Thomsen vil ikki siga nú, hvør er kærdur ella kærd og fyri hvat. Heldur ikki, hvør hevur kært.

Nevndin skal tosa um málið fyrst, sigur hann. 

Landsstýrismálanevndin viðger kærur um løgmann og landsstýrisfólk.

Bárður á Steig Nielsen og Hanna Jensen eru eisini í landsstýrismálanevndini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. november
Veðrið
166469
Sunnudag 26. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
166281
Sunnudag 26. november
Andakt við Anniku Berg
166280
Fríggjadag 24. november
Veðrið
166248