Taptu fyri Albania í Montenegro

21.11.2023 - 11:30
AktueltSamfelag
Taptu fyri Albania í Montenegro
Føroyska talvlandsliði endaði nummar 37 av 38 londum. Føroyar vórðu styrkismettar nummar 36
Teir fýra, sum mannaðu talvlandsliðið, endaðu sum nummar 37 á EM-stevnuni í Montenegro.
 

Føroyska talvlandsliðið tapti í gjárkvøldið í seinasta umfari fyri Albania á stóru EM-stevnuni, sum hevur verið í Montenegro.

Dysturin móti Albania endaði 3½-½. 

John Rødgaard telvaði javnt, men Høgni Egilstoft Nielsen, Martin Poulsen og Rógvi Egilstoft taptu.

Føroyar taptu seks dystir av níggju, men vunnu á Skotlandi og telvaðu javnt móti Finnlandi og Kosovo. 

 

Nummar 37

Føroyska liðið endaði nummar 37 av 38 londum. Føroyar vóru styrkismettar nummar 36.

John Rødgaard fekk fýra stig, brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen fingu 3½ stig hvør, og Martin Poulsen fekk trý stig.

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska var ikki við á føroyska landsliðnum í Montenegro.

Serbia er nýggjur evropameistari í talvi. Týskland var nummar tvey og Armenia nummar trý.

Næsta stóra uppgávan hjá talvlandsliðnum verður olympiadan í Budapest í september komandi ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. november
Veðrið
166469
Sunnudag 26. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
166281
Sunnudag 26. november
Andakt við Anniku Berg
166280
Fríggjadag 24. november
Veðrið
166248