Trump stillar ikki upp aftur, um hann tapir hesa ferð

Trump stillar ikki upp aftur, um hann tapir hesa ferð
Í ár stillar hann fyri triðju ferð upp sum forsetavalevni fyri republikanska flokkin
Donald Trump ætlar ikki at stilla upp aftur um fýra ár, tapir hann forsetavalið 5. november.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.09.2024 - 09:24

Forsetavalevnið hjá republikanarunum í USA, Donald Trump, sigur, at hann stillar ikki upp aftur í 2028, um hann tapir valið í ár.

Tíðindamiðilin Full Measure spurdi Trump, um hann stillar upp aftur, um hann tapir í ár.

Trump svarar: - Nei, tað haldi eg ikki. Tað dugi eg ikki at ímynda mær yvirhøvur.

 

Vann á Clinton

Trump stillaði fyrstu ferð upp til forsetaval í 2016, tá ið hann vann á Hillary Clinton. Hann stillaði upp aftur í 2020, men tapti tá fyri Joe Biden.

Í ár stillar hann fyri triðju ferð upp sum forsetavalevni fyri republikanska flokkin, nú móti Kamalu Harris. 

Valið verður týsdagin 5. november.

Trump er 78 ára gamal og verður sostatt 82 ára gamal á forsetavalinum í 2028.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. september
RagnarRokk 26.september 2024
180496
Hósdag 26. september
RagnarRokk: Andy Scott um Full Circle
180745
Hósdag 26. september
Brot úr Føroya søgu
181226
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. september
Bass Elvis og Jesus á Mallorka
180593
Týsdag 24. september
Veðrið - teknmálstulkað
181172
Týsdag 24. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181171
Týsdag 24. september
Veðrið
181163
Týsdag 24. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181121