Ætla at stytta útbúgvingina til dekkara

Ætla at stytta útbúgvingina til dekkara
Stórur tørvur er á fulltiknum dekkarum til føroysk handilsskip, og torført er at manna størvini við føroyingum
Uppskot er gjørt um nýggjar reglur, hvussu dekkarar til handilsskip skulu útbúgvast. (Savnsmynd)
 
10.10.2024 - 09:33

Uppskot er gjørt um nýggjar reglur, hvussu dekkarar til handilsskip skulu útbúgvast.

Tilmælið hjá arbeiðsbólkinum, sum endurskoðaði skipsatstøðingsútbúgvingina, skal setast í verk. 

Ein høvuðsniðurstøða í tilmælinum er, at stórur tørvur er á fulltiknum dekkarum til føroysk handilsskip.

Torført er at manna hesi størvini við føroyingum. 

Verandi skipsatstøðingsútbúgving er eitt ár. Tað verður hildið at vera ov langt. 

Tí er ætlanin at skipa útbúgvingina soleiðis, at til ber at útbúgva seg til dekkara eftir hálvum ári. 

Kunngerðin um útbúgving av skipsmanningum er frá 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738