Sigmundur er ikki-biner

Sigmundur er ikki-biner
- Eg føli meg ikki til passar við at siga, eg eri maður. Tann kassan hóski eg ikki í. Men eg føli meg ei heldur sum kvinna, sigur Sigmundur Mørkøre, ið er ikki-biner
 
28.11.2024 - 11:17

Sigmundur Mørkøre.

Hóast navnið er vanligt mannfólkanavn, og útsjóndin eisini er eitt mannfólk, so vil Sigmundur Mørkøre ikki kallast maður.

- Eg føli meg ikki sum mann. Eg føli meg heldur ikki sum kvinnu.

Soleiðis sigur Sigmundur Mørkøre. Seinastu fýra hóskvøldini hava vit sæð Sigmund Mørkøre av Eiði í sjónvarpssendingini Fólksins Rødd. 

Eitt, sum fleiri hava bitið merki í, er, at í fyrstu sendingini sigur Sigmund seg vera ikki-biner. Tað vil siga, at Sigmundur følir seg hvørki sum maður ella kvinna. 

- Eg passi ikki inn í teir kassarnar, sum samfelagið hevur gjørt, mannfólkakassar og konufólkakassar, fortelur Sigmund, sum fyri umleið trimum árum síðani fann útav, at tað ber til at vera ikki-biner.

Tað merkir millum annað, at Sigmundur umtalar seg við øðrum fornøvnum enn tey, maður og kvinna vanliga brúka.

- Eg brúki tey og teirra fornøvnini, sigur Sigmundur Mørkøre og brúkar dømi "tey eru tyst".

Hóast Sigmundur hevur tosað opið við vinfólk um sína støðu og tankar, so var tað ikki fyrr enn nýliga, at familjan fekk boðini.

- Dagin fyri, vit byrjaðu at filma Fólksins rødd, fór eg til mammu og fortaldi henni tað, sigur Sigmundur Mørkøre og heldur fram:

- Eg segði bara, at eg havi okkurt at fortelja tær. Eg eri ikki-biner, eg brúki tey og teirra fornøvnini. Tað var tað. Mamma legði ikki so nógv í tað og segði, at eg skal bara gera, sum eg vil, fortelur Sigmundur Mørkøre.

Í morgunsendingini fortelur Sigmundur Mørkøre eitt nú um gerandisdagin sum ikki-biner og hvørjar málsligar avbjóðingar kunnu stinga seg upp.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. desember
Plátupanelið #023 (Jólaplátur)
184782
Leygardag 7. desember
Jambalaja - 071224
184779
Leygardag 7. desember
Upp á tá - 061224
184777
Leygardag 7. desember
Vikan 7. desember 2024
184776
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184787
Fríggjadag 6. desember
Veðrið
184758
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Týsdag 3. desember
Undansending: Føroyar - Danmark
184666