- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sandoyingar handa í hesi løtu løgmanni mótmælisundirskriftir
"Ætlaða linjuføringin hjá tunnilsfelagnum fer at gera stóran skaða á bygdarlívið á Sandi."
So bersøgnir eru sandoyingar í mótmælisskrivinum móti ætlaðu vegaføringini í Sandoynni í sambandi við Suðuroyartunnilin, sum teir í hesi løtu handa Akseli V. Johannesen, løgmanni.
Saman við mótmælisskrivinum fylgdu eisini undirskriftir frá fólkum, ið taka undir við at mótmæla ætlaðu vegaføringina.
Stigtakararnir til mótmælið inni hjá løgmanni (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Vegaføringin ger av við grønmetisframleiðsluna
Sandoyingar gera vart við, at ætlaða vegaføringin fer ígjøgnum bestu veltingarjørð í Føroyum, ið ikki kann vera brúkt sum veltingarjørð, um hendan linjuføringin verður veruleiki.
"Linjuføringin ávirkar tískil møguleikan hjá Føroyum at verða sjálvbjargin við grønmetisframleiðslu, og myndin av Sandoynni sum hin “grøna oyggin” verður skalað ella ferð heilt fyri skeyti," verður ført fram.
Sandoyingar heita tí á landsins myndugleikar og tey fólkavaldu, um at síggja burtur frá valdu linjuføringini og krevja tí at onnur vegaføring verður hugsað, ið ikki hevur eins ógvusligar avleiðingar fyri Sandsbygd.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, takk fyri mótmælisskrivið og -undirskriftirnar (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
----
Mótmælisskrivið, ið sandoyingar hava sent út alment, er soljóðandi:
Vit mótmæla núverandi linjuføring til suðuroyartunnilin.
Vit eru fegin um at hava ein undirsjóvartunnil og ynskja suðuroyingum tað sama, sum vit hava fingið. Tó mótmæla vit harðliga ætlaðu linjuføringina, ið gongur gjøgnum Sandsbygd, Sandarfløttin, Mølheyggjarnar, Líðina, Sandarhaga o.s.fr.
Tá ið linjuføringin er vald og tunnilsarbeiðið skotið ígongd, so vendist ongantíð aftur. Hetta verður ein varandi loysn í øllum førum tey komandi 100 árini. Tí má ein lítil peningalig sparing í dag, ikki liggja sum ein skuggi yvir samlaða kostnaðin yvir tíð, herundir eisini ávirkanina á náttúru og trivnað í økinum.
Ætlaða linjuføringin hjá tunnilsfelagnum fer at gera stóran skaða á bygdarlívið á Sandi, tá ið nógv og stór ferðsla fer at koyra beint gjøgnum bygdina. Hetta fer at hava stóra ávirkan í mun til larm fram við vegnum og ferðslutrygdina hjá børnum og øðrum, ið ganga ella súkkla til og frá skúla og arbeiði.
Linjuføringin fer ígjøgnum bestu veltingarjørð í Føroyum, ið ikki kann vera brúkt sum veltingarjørð, um hendan linjuføringin verður veruleiki. Linjuføringin ávirkar tískil møguleikan hjá Føroyum at verða sjálvbjargin við grønmetisframleiðslu, og myndin av Sandoynni sum hin “grøna oyggin” verður skalað ella ferð heilt fyri skeyti. Harafturat ávirkar ætlaða linjuføringin bæði náttúru og umhvørvi í eitt nú Djúpadali og kring Stóravatn og Lítlavatn.
Vit vilja tí staðiliga krevja at linjuføringin, ið Landsverk gjørd, har tunnilin kom upp norðanfyri Sandsbygd, verður tikin uppaftur. Við hesi linjuføringini fer nógv og tung ferðsla ikki at koyra ígjøgnum Sandsbygd, og sostatt verða bygdin og bygdarfólkið ikki stórliga ávirkað av, at suðuroyartunnilin verður veruleiki. Við tí loysnini kann Skúgvoyggin somuleiðis gerast ein natúrligur partur av verkætlanini. Samlaði teinurin ímillum Suðuroy og meginøkið verður eisini nakrar kilometrar styttri, og møguligt verður at koyra 80km/t tað mesta av teininum.
Harafturat, slepst undan at leggja pengar í avleiddu verkætlanirnar, ið vera á Sandoynni eftir hendan møguliga tunnilin.
Øll ferðslan, ið kemur av suðuroyartunlinum fer at ávirka fólkið, ið býr á Sandi. Tunnilsfelagið metir, at 1.400 bilar fara at koyra ígjøgnum suðuroyartunnilin um dagin. Royndirnar frá sandoyartunnlinum vísa tó, at ferðslan kann koma at verða munandi størri enn mett, tí hon her er 2-3 størri enn upprunaliga mett.
Tað hevði verið meira liviligt fyri sandingar, um so nógv sum møguligt varð gjørt fyri at leggja linjuføringina uttan fyri bygt øki, samstundis sum roynt verður at lata veltingarjørðina fáa frið.
Útfrá tí vit higartil hava hoyrt og sæð, er tað trupult at síggja, hvat gagn sandoyingar fáa av verkætlanini. Tvørturímóti sær tað út til, at vit fara at rinda hægsta prísin. Í ringasta føri steðgar tann positiva gongdini, sum hevur verið, eftir at sandoyrtunnilin varð tikin í nýtslu.
Vit heita tí á landsins myndugleikar og tey fólkavaldu, um at síggja burtur frá valdu linjuføringini og krevja tí at umhugsa verður aðra linjuføring, ið ikki hevur eins ógvusligar avleiðingar fyri Sandsbygd.
---
Eir Pálsdóttir av Sandi uttan fyri Tinganes. Hon er ein at stigtakarunum til at mótmæla ætlaðu vegaføringina í sambandi við Suðuroyartunnilin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen