- Tíðindi, mentan og ítróttur
ICES mælir til at gevast við toskaveiðu í donskum sjógvi

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES krevur fullkomiligt bann fyri toskafiskaskapi í donskum sjógvi, tí stovnurin er undir trýsti.
Danskir fiskimenn hava í løtuni toskakvotur í Norðsjónum og Skagerrak, umframt hjáveiðukvotu av toski í Kattegat.
Vísindafólk hjá ICES halda, at stovnurin er so mikið hóttur, at toskur skal ikki fiskast í 2026.
Bæði WWF, sum er ein altjóða felagsskapur, sum arbeiðir við nátúru- og umhvørvisvernd, og danska náttúruverndarfelagið DN heita á stjórnina um at fylgja tilmælinum frá ICES og steðga øllum fiskiskapi eftir toski.
Støðan er álvarslig
Ráðgevin hjá DN, Morten Rosenvold Villadsen, sigur metingina hjá serfrøðingunum av støðuni at vera álvarsliga.
- Vit hava leingi vitað, at tað stendur illa til við toskastovninum í Eystrasalti og í donskum sjógvi. Fyri nøkrum áratíggjum síðani var nógvur toskur í okkara sjógvi, sigur leiðandi havlívfrøðingurin, Thomas Kirk Sørensen, hjá WWF.
- Støðan er prógv um, at vit hava loyvt munandi ovurfisking, ofta við reiðskapi, sum skaðar náttúruna, og at tað eru okkara fiskasløg og náttúran í havinum, sum rinda prísin, sigur hann.


























