- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sandoyingum dámar einki nýggju linjuføringina

Heimasandsmaðurin, Róin Clementsen, dámar einki triðju linjuføringina, sum nú er komin undan kavi. Tað gera náttúruverdnarfeløg og privati tunnilsbólkurin heldur ikki.
Eftir tí, sum Kringvarpið hevur skilt, so inniber linjuføringin, at vegur verður gjørdur eystanfyri Sandsvatn, og at tunnil verður gjørdur gjøgnum Sandslíð, tvífalt so langur sum frammanundan er skotið upp, og at innkoyringin til sjálvan Suðuroyartunnilin verður í Djúpadali.
Róin Clementsen heldur ikki, at kunningin í sambandi við ætlaða Suðuroyartunnilin hevur verið greið.
Á tiltakinum heima á Sandi hevði fuglakøni Silas Olofson, sum eisini er partur av Føroya Fuglafrøðifelag, framløgu um, hvørjar avleiðingar ein vegur eystanfyri Sandsvatn hevði havt fyri ríka fuglalívið í økinum.
Argumentini ímóti halda ikki
Privati tunnilsbókurin, sum hevur arbeitt við alternativum uppskotum og linjuføringum vestanfyri sandsvatn, legði eisini fram á tiltakinum.
Jón Sigurdsson, sum er ein av oddamonnunum í privata tunnilsbólkinum, heldur ikki, at argumentini, sum eru brúkt ímóti alternativu farleiðini hjá teimum kunnu ikki brúkast longur, um samanborið verður við triðju linjuføringina, sum partafelagið Suðuroyartunnilin eftir øllum at døma arbeiðir við.

























