- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hanus heilsaði sjúku systur síni í sigursløtu

- Systir mín fer at basa krabbanum. Eg elski teg, Jóhild.
Heilsanina sendi Hanus Sørensen til systur sína, sum hevur krabbamein, beint eftir at hann hevði skorað einasta málið ímóti Lettlandi í Riga.
So gjørdi tað ivaleyst minni, at dómarin gav miðvallaranum gula kortið fyri at fara úr landsliðsblusuni.
Málið kom níggju minuttir fyri leiklok, og tryggjaði Føroyum sigurin í bronsudystinum í Baltic Cup. Innskifti Hanus Sørensen varð spældur ígjøgnum inni í brotsteiginum eitt sindur til vinstru og setti bóltin í málið umvegis málverjan.
Sigurin í seinnapartssólini var uppiborin, tí Føroyar høvdu reist seg eftir tapið fyri Estlandi leygardagin og var betra liðið, sjálvt um málmøguleikarnir ikki vóru so nógvir.
Teir flestu fullu tó til útiliðið, og Petur Knudsen var sera nær við at økja um leiðsluna í yvirtíðini, tá ið hann sendi eitt fríspark á stongina.
Beint eftir var fyrsti sigurin á lettum síðan 2016 veruleiki. Vit fara at minnast hann fyri eitt mál og eina heilsan.
LNK Stadion, Riga (Baltic Cup, bronsudystur)
Lettland - Føroyar, 0-1
0-1 Hanus Sørensen, 81 min.
























