- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atlantsflog gjørt sáttmála um tvey nýggj flogfør aftrat

Atlantsflog fær tvey nýggj flogfør aftrat teimum báðum flogførunum, sum verða latin í 2028 og 2029.
Sáttmáli er gjørdur við evropeisku flogverksmiðjuna Airbus um tvey nýggj Airbus A320neo flogfør, sum eftir ætlan skulu verða klár í 2032.
Tað boðar flogfelagið frá í dag.
Avtalan fevnir eisini um møguleikan at bíleggja tvey flogfør aftrat teimum báðum, sum verða latin Atlantsflogi í 2032.
Keypsprísurin verður ikki upplýstur, men flogførini eru partur av eini lantíðarætlan upp á meira enn tvær milliardir krónur.
Nýggj flogfør í 2028 og 2029
Í 2028 og 2029 fær Atlantsflog tvey nýggj neo-flogfør, og við avtaluni, sum nú er undirskrivað, fer Atlantsflog eftir ætlan bert at hava neo-flogfør í 2032.
Sostatt hevur felagið nú fýra nýggj flogfør á veg, og ætlanin er, at øll flogførini hjá Atlantsflogi skulu vera av nýggja neo-slagnum í 2032.
Hesi flogførini brúka í minsta lagi 20 prosent minni brennievni enn tey eldru flogførini.
Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflogi, sigur, at íløgurnar eru neyðugar, um felagið framhaldandi skal standa seg í kappingini við útlendsk flogfeløg.


























