Pólland: Stjórnin og forsetin stríðast um dómstól

Pólland: Stjórnin og forsetin stríðast um dómstól
Stjórnarskipanarlig kreppa er í Póllandi í sambandi við ein dómstól, og hvussu dómarar verða útnevndir til rættin. Stjórnin og forsetin eru í hvør sínum parti í ósemjuni
Mótmæli uttan fyri polska stjórnarskipanardómstólin
Mynd: Agencja Wyborcza.pl/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
31.10.2026 - 18:33

Stjórnarskipanarlig kreppa er í Póllandi, nú stríð er um, hvør hevur ræðið á stjórnarskipanardómstólinum, og hvør mannar hann. Tað er ein serligur rættur, sum skal loysa ósemjur um virksemið hjá almennum stovnum, og høvuðsuppgávan er at ansa eftir, um lógir og millumtjóða sáttmálar eru í samsvari við polsku grundlógina. Stjórnin og forsetin eru í hvør sínum parti í ósemjuni

 

Ósemja hevur verið um stjórnarskipanardómstólin í fleiri ár. Í 2024 gjørdi polska undirhúsið eina samtykt, har spurnartekin vórðu sett við tríggjar dómarar og førleikan hjá táverandi rættarforsetanum Julia Przyłębska at leiða dómstólin. Hon legði so frá sær, og í desembur 2024 varð Bogdan Święczkowski útnevndur rættarforseti. Eftir polskari lóg skulu dómarar í stjórnarskipanardómstólinum útnevnast av undirhúsinum, og skulu svørja trúnareið fyri forsetanum.

 

Kreppan versnaði í mars í ár, tá skeiðini hjá 6 dómarum vóru um at ganga út, og polska undirhúsið útnevndi seks aðrar dómarar at seta í teirra stað. Forsetin góðtók tveir og noktaði at góðtaka fýra. Tað gjørdi ikki støðuna lættari, at stjórnarskipanardómstólurin í mai gjørdi av, at forsetin ikki hevði skyldu til at góðtaka allar útnevningar. Teir fýra dómararnir hava seinri tikið eiðin aftur í tinginum, uttan at forsetin var hjá. Hann hevur framvegis ikki góðtikið teir.

 

polland_domstolur.jpg

Caption: 
Agencja Wyborcza.pl/Reuters/Ritzau Scanpix

 

Støðan gjørdist uppaftur meiri spent í gjár, tá Anna Korwin-Piotrowska gav boð um, at rættarforsetin og vararættarforsetin skuldu frá í ein mánað, og at hon, sum longst virkandi løgfrøðingur í rættinum, so fyribils tók við sum rættarforseti. Trupulleikin er bara, at hon er ein av dómarunum, sum er útnevnd til dómara, men sum ikki er góðkend av polska forsetanum.

 

Gamla leiðslan í rættinum góðtók, sum vera man, ikki avgerðina, vísandi til vantandi løgrøðiligt grundarlag, og at dómarar, ið eru tiknir í eið uttan um polska forsetan, ikki eru fullir limir í stjórnarskipanardómstólinum. Polski Karol Nawrocki, var ávegis til Senegal á formliga vitjan, í gjár, tá hann brádliga gav flogskiparanum boð um at venda flogfarinum og flúgva aftur til Póllands. Hann fór so til rættarbygningin og trýsti og trokaði seg inn, meðan hann spurdi, hvør tað var, sum royndi at taka ræðið á dómstólinum. 

 

karol_nawrocki.jpg

Caption: 
Maciej Berek Via X/Reuters/Ritzau Scanpix

 

Í øllum rokanum savnaðust eisini mótmælisfólk uttanfyri rættarbygningin, og løgreglan kom á staðið at halda skil á mótmælisfólkunum. Støðan er alt annað enn greið í løtuni, nú ivi er um, hvørjir dómarar yvirhøvur sita í polska stjórnarskipanardómstólinum, og hvør ið er rættarforseti. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058