Avtalan við USA: Vilja hava politiskan fylgibólk

Avtalan við USA: Vilja hava politiskan fylgibólk
Uttanríkispolitiska nevndin í grønlendska landstinginum hevur skrivað álit um verjuavtaluna
Tá USA, Danmark og Grønland skrivaðu undir verjuavtaluna. Nú skal hon samtykkjast í grønlendska landstinginum.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
02.11.2026 - 07:59

Grønlendska uttanríkis- og trygdarpolitiska nevndin mælir landsstýrinum til at seta politiskan fylgibólk við fólki úr øllum flokkum aftrat verjuavtaluni við USA og Danmark. 

Hann skal tryggja stóra politiska luttøku, tá ískoytisavtalur skulu gerast. sigur nevndin.

Nevndin hevur skrivað álit um verjuavtaluna. 

Onnur viðgerð verður í landstinginum í morgin.

 

Naleraq vil hava fókaatkvøðu

Naleraq er einasti flokkur, sum ikki tekur undir við uppskotinum um fylgibólk.

Flokkurin vil eisini hava fólkaatkvøðu um avtaluna. 

Nevndin leggur dent á, at avtalan kann ikki broytast, tí forsetin, forsætisráðharrin og landsstýrisformaðurin hava longu undirskrivað hana.

Uttanríkis- og trygdarpolitiska nevndin heitir eisini á landsstýrið um lýsa nærri, hvørjar samfelagsligar og fíggjarligar avleiðingar avtalan hevur við sær, og kunna landstingið í minsta lagi eina ferð um árið, hvussu gongst við avtaluni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083