Ferðsluóhapp: Skuldsettur fyri at koyra ávirkaður í Leirvíksbergholinum

Ferðsluóhapp: Skuldsettur fyri at koyra ávirkaður í Leirvíksbergholinum
Trý fólk vóru flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar
Politiið hevur skuldsett ein bilførara fyri at koyra ávirkaður í sambandi við ferðsluóhappini í Leirvíksbergholinum tíðliga leygarkvøldið.
 
02.11.2026 - 08:16

Ein bilførari er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður í sambandi við ferðsluóhappini í Leirvíksbergholinum tíðliga leygarkvøldið.

Fyrst koyrdi hann á ein bil inni í bergholinum.

Hann koyrdi tó víðari og júst, tá hann kom út úr bergholinum, koyrdi hann á eina annan bil.

Tann bilurin gjørdist vrak.

Eingin fólkaskaði var, sigur politiið.

Men trý fólk vóru flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Bergholið var stongt í hálvan annan tíma eftir óhappini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Mannakor og korona 1:4
216604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470