- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra føroysk tónlistanøvn seta kós móti Iceland Airwaves hesa vikuna

Heili fýra føroysk tónlistanøvn verða á almennu skránni í ár, tá altjóða tónleika- og vinnufestivalinum Iceland Airwaves enn einaferð fer av bakkastokki í Reykjavík seinni í vikuni. Talan er um Sakaris, Tunghoyrt, RSP og Janus Rasmussen.
"Iceland Airwaves er framvegis ein sera týðandi pallur hjá okkum, og tað er spennandi at síggja, hvussu føroyska luttøkan á festivalinum mennist," sigur Glenn Larsen, leiðari fyri Faroe Music Export (FMX).
Ætlanin var eisini, at Joe & the Shitboys skuldu spæla á Iceland Airwaves í ár, men tann konsertin er avlýst.
Glenn Larsen, stjóri í Faroe Music Export, vísir á, at Iceland Airwaves er ein sýnisgluggi, ið røkkur langt út um Ísland (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Nýggj og etablerað nøvn
Iceland Airwaves hevur gjøgnum nógv ár staðfest sína støðu sum ein av mest viðurkendu showcase-festivalunum í Norðurlondum.
Festivalurin presenterar bæði evnarík nýggj tónlistafólk og meira etablerað nøvn á veg móti størri altjóða gjøgnumbroti.
Í tríggjar dagar verður Reykjavík fylt við konsertum, ráðstevnum og netverkstiltøkum, sum draga áhoyrarar, tónleikavinnu og fjølmiðlar til sín úr stórum parti av heiminum.
"Festivalurin savnar nógv altjóða vinnufólk, fjølmiðlafólk og tónleikaáhugað og gevur tónlistanøvnunum ein einastandandi møguleika fyri at sýna seg og tónleik sín fram fyri einum áhoyraraskara, sum røkkur langt út um tann íslendska," staðfestir Glenn Larsen, stjóri í FMX.
"Vit hava gjøgnum fleiri ár sæð, hvussu føroysk luttøka á Iceland Airwaves vekir ans fyri føroyskum tónleiki og skapar nýggj sambond og ítøkiligar møguleikar fyri føroysk tónlistafólk,” leggur Glenn Larsen aftrat.
RSP hava seinastu árini sett seg tungt á føroyska hipp hopp-pallin. Nú fara teir at taka tann íslendska (Mynd: Joe Miller / G! Festival)
Stórt listarlig breidd
Føroyska luttøkan í ár vísir eina stóra tónlistarliga breidd við fýra tónlistanøvnum, sum umboða fleiri ymiskar sjangrur á føroyska tónleikapallinum.
"Serliga kunnu vit gleðast um, at vit aftur kunnu presentera so ymisk tónlistanøvn á sama festivali. Bólkurin Tunghoyrt hevur longu roynt seg altjóða, millum annað á SPOT Festivalinum í Danmark. Iceland Airwaves er eitt náttúrligt næsta stig hjá teimum. RSP fara heilt vist at syrgja fyri at geva áhoyrarunum eina ordiliga saltvatnsinnspræning við røttum, føroyskum veitsluhýri, meðan teir meira etableraðu Sakaris og Janus Rasmussen umboða aðrar spennandi síður av tónleikalívinum í Føroyum," greiðir Glenn Larsen, FMX-stjóri, frá.
Felags fyri øll tónlistanøvnini er, at tey øll spæla sera orkumiklan tónleik, og at tey umboða bæði høga góðsku og fjølbroytni í føroyskum tónleiki, samstundis sum tey hava ambisjónir um at røkka altjóða áhoyrarum.
"Eg eri sannførdur um, at øll fýra kunnu fáa nógv burtur úr festivalinum,” leggur Glen Larsen afturat.
Janus Rasmussen, ið er búsitandi í Reykjavík, er eitt av føroysku nøvnunum á Iceland Airwaves í ár (Mynd: Pressumynd)
Føroyskt kvøld Iðnó
Fríggjadagin 6. november savnast tey fýra tónlistanøvnini á kenda konsertstaðnum Iðnó mitt í Reykjavík, har øll skráin um kvøldið er halgað føroyskum tónleiki.
Harumframt spæla trý av tónlistanøvnunum hvør sína eyka konsert á øðrum pallum í Reykjavík, meðan Iceland Airwaves er.
Áðrenn konsertirnar á Iðnó bjóða Faroe Music Export og G! Festivalurin altjóða sendinevndum og fjølmiðlum til egna føroyska móttøku við denti á netverkan og presentatión av føroyska tónleikapallinum.
Sakaris fekk heiðurin at spæla síðstu konsertina á Sandinum á G! í ár (Mynd: Lasse Lagoni / G! Festival)
Ein heiður at hava føroyingar við
Seinastu árini hava føroysk tónlistanøvn gjørt vart við seg á Iceland Airwaves, og luttøka teirra hevur eisini vakt ans í altjóða fjølmiðlum, eitt nú í tí víðagitna Rolling Stone Magazine.
Bookingsstjórin á Iceland Airwaves, Sindri Ástmarsson, undirstrikar týdningin av samstarvinum:
"Eg eri serstakliga fegin um, at Føroyar aftur luttaka á Iceland Airwaves. Tað eru heilt serlig, djúp tónlistarlig bond millum Ísland og Føroyar - ein felags andi av skapanarhugi, av avbyrging og av djarvari listaligari hugsjón, sum í stóran mun merkir tónleikaumhvørvini í báðum londum. Føroysk tónlistafólk vísa seg støðugt at koma við onkrum ráum, serkendum og kensluliga rørandi til festivalin, og tað er ein heiður at bjóða teimum aftur til Reykjavíkar."
Við síðuna av konsertskránni verður skipað fyri eini umfatandi ráðstevnu við pallborðskjaki, fyrilestrum, tónleikavinnufundum og netverksmøguleikum. Eisini her verða Føroyar sjónliga umboðaðar.
"Tað snýr seg ikki bara um at senda tónlistanøvn uttanlands at spæla konsertir. Minst líka umráðandi er tað at gera langrøkna arbeiðið at byggja upp sambond og netverk, vekja ans og staðfesta Føroyar sum eina áhugaverda og viðkomandi tónleikatjóð. Iceland Airwaves er vorðin ein av okkara mest týðandi pallum júst til hetta, og vit gleða okkum til enn eina spennandi viku í Reykjavík," endar Glenn Larsen.
Iceland Airwaves 2026 fer fram í Reykjavík 5.–7. november.
Meira kunning um festivalin fæst her: https://icelandairwaves.is/
Meira kunning um føroysku luttøkuna fæst her: https://icelandairwaves.is/fmx






























