- Tíðindi, mentan og ítróttur
Starvsportalurin dømdur fyri at bróta dátuverndarlógina

Føroya rættur hevur dømt eigaran av Starvsportal.fo at rinda sekt fyri ólógliga viðgerð av persónupplýsingum í sambandi við starvsumsóknir.
Rætturin ásetti sektina til 20.000 krónur, men lækkaði hana til 7.500 krónur orsakað av drúgvari málsviðgerðartíð.
Í desember 2022 læt Dátueftirlitið løgregluni eitt mál um viðgerð av persónupplýsingum hjá starvssøkjandi, sum høvdu nýtt Starvsportal.fo. Hetta er ein heimasíða við yvirliti yvir leys størv av ymsum slag, sum brúkarar av síðuni so kunnu søkja.
Ein máti at søkja uppá var við at brúka funkuna "Quick Apply", har starvssøkjandi kundu senda umsókn beinleiðis gjøgnum Starvsportalin.
Í tíðarskeiðnum frá 9. juni til 24. juli í 2022 komu 16 starvsumsóknir gjøgnum "Quick Apply".
Uttan lógligt grundarlag
Í rættinum varð staðfest, at hesar persónupplýsingar í umsóknunum vóru viðgjørdar uttan neyðugt lógligt grundarlag, og at tey skrásettu ikki høvdu fingið tær upplýsingar, sum tey høvdu krav upp á sambært dátuverndarlógini.
Harumframt hevði fyritøkan ikki hildið skylduna at føra yvirlit yvir viðgerð av persónupplýsingum.
Fyri hetta hevur Føroya rættur nú dømt Starvsportal.fo 20.000 krónur í sekt, men orsakað av drúgvari málsviðgerðartíð, sum ákærdi ikki hevði ábyrgdina av, er sektin lækkað niður í 7.500 krónur.
Upprunaliga mælti Dátueftirlitið til eina sekt uppá 100.000 krónur. Men av tí at talan er um eina lítla einstaklingafyritøku, at 16 starvssøkjandi vórðu fevnd av brotinum, og at brotini vórðu framd av ósketni, metti Føroya rættur eina sekt uppá 20.000 krónur at vera hóskandi.
Dátueftirlitið tekur undir við, at sektin uppá 20.000 krónur er hóskandi, tá hugsað verður um fíggjarligu viðurskiftini hjá fyritøkuni og tær ítøkiligu umstøðurnar í málinum, skrivar Dátueftirlitið á síni heimasíðu.




























