Teldusníkar brutu inn - matvørur farnar fyri skeytið

Teldusníkar brutu inn - matvørur farnar fyri skeytið
Brotið er inn í køliskipanir í matvøruhandlum í fleiri londum
Í Svøríki eru handilsketurnar ICA og Coop raktar, og neyðugt hevur verið at beina matvørur burtur.
Mynd: Fredrik Sandberg/TT/Ritzau Scanpix  
 
02.11.2026 - 13:47

Teldusníkar hava brotið inn í køliskipanir hjá fleiri matvøruhandlum í Svøríki, Belgia, Luksemburg, Írlandi og í Estlandi.

Tað skriva fleiri miðlar fyrrapartin.

Ein handil hjá ICA-handilsketuni í Sjöbo í Svøríki skrivar á sínum Facebook-vanga, at teldusníkarnir hava sett hitan í køli- og frystiskápunum upp í 50 stig. 

Harvið er ein rúgva av matvørum farin fyri skeytið.

Svenska Aftonbladet veit at siga, at í Svøríki eru tað handilsketurnar ICA og Coop, sum eru raktar. 

Talan er um nakrar fáar handlar hjá ketunum.

Fyri trimum vikum síðan hendi nakað líknandi í Fraklandi, har køliskipanir hjá fleiri handilsketum vórðu álopnar av teldusníkum, sum brutu inn og settu hitan upp í kølidiskunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058