- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroya rættur: Málini móti Bakkafrosti eru fyrnd

Málið móti Bakkafrosti hevur ligið stilt ov leingi.
Tað staðfestir Føroya rættur í einum úrskurði í dag.
Ákæruvaldið hevur ákært Bakkafrost fyri seks brot á flutningskunngerðina í 2020.
Sambært ákæruvaldinum hevur Bakkafrost flutt uttan loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovu. Allir flutningarnir vóru í Suðuroynni.
Bakkafrost.
Harumframt er alifelagið ákært fyri ikki at hava skrásett ein flutning úr Froðba til Porkeris í flutningsbókini.
Men higartil hevur rætturin ikki viðgjørt sjálvar ákærurnar.
Verjin hjá Bakkafrosti heldur nevniliga uppá, at málini eru so gomul, at tey eru fyrnd, og tí hevur rætturin fyrst viðgjørt henda spurningin.
Og niðurstøðan hjá rættinum er, at málini, sum Bakkafrost er ákært fyri, eru fyrnd.
Føroya politi hevur eisini áður viðgingið, at drúgva viðgerðartíðin í málinum ikki hevur verið nøktandi.
Starvsstovan meldaði í 2021
Málið hevur verið ávegis í fleiri ár. Heilsufrøðiliga starvsstova meldaði Bakkafrost í 2021, men ákæra varð ikki reist fyrr enn í apríl í ár.
Tá var avgerð tikin um at reisa ákæru í tveimum førum, hóast talan upprunaliga var um eitt mál, ið fevndi um fleiri skuldsetingar.
Upprunaliga varð Bakkafrost meldað fyri brot á flutningkunngerðina og lúsakunngerðina, og Heilsufrøðiliga starvsstovan helt, at Bakkafrost skuldi fáa 67 mió. kr. í sekt fyri lógarbrot.
Føroya politi hevur eisini áður viðgingið, at drúgva viðgerðartíðin í málinum ikki hevur verið nøktandi.
Ákæruvaldið hevur nú 14 dagar umhugsunartíð at taka støðu til, um tað fer at kæra úrskurðin hjá Føroya rætti til Landsrættin.



























