Rok í landstinginum um verjuavtaluna við USA

Rok í landstinginum um verjuavtaluna við USA
Grønlendski andstøðuflokkurin Naleraq er meldaður til løgregluna fyri møguligt brot á tagnarskylduna
Pele Broberg, formaður í Naleraq, er meldaður til løgregluna.
Mynd: Sermitsiaq  
 
03.11.2026 - 14:50

Ósemja um verjuavtaluna millum Grønland, Danmark og USA hevur elvt til rok í grønlendska landstinginum.

Grønlendski andstøðuflokkurin Naleraq er meldaður til løgregluna fyri møguligt brot á tagnarskylduna.

Tað sigur formaðurin í tinginum, Kim Kielsen, sambært KNR.

Tað hendi í dag, tá grønlendska landstingið skuldi taka endaliga støðu til nýggju verjuavtaluna millum Grønland, Danmark og USA, sum londini undirskrivaðu í New York í september.

 


Kim Kielsen. (Mynd: KNR)

 

Steðgur í viðgerðini

Viðgerðin varð steðgað í trý korter, eftir at grønlendska landsstýrið hevði skuldsett Naleraq fyri at hava avdúkað loyniligar upplýsingar frá einum afturlatnum nevndarfundi um avtaluna.

Ósemjan snýr seg millum annað um pengar.

Naleraq hevur funnist at avtaluni, tí flokkurin heldur, at Grønland fær ov lítið fíggjarligt burturúr, at USA hevur hernaðarliga virksemið í landinum, skrivar DR.

Flokkurin heldur eisini uppá, at grønlendska landsstýrið hevur roynt at fáa USA at gjalda pengar fyri hetta, men uttan úrslit.

Tað vísir Múte B. Egede, landsstýrismaður í uttanríkismálum, aftur.

Pele Broberg, formaður í Naleraq, heldur, at fráboðanin til politiið er ein roynd at flyta uppmerksemið frá sjálvari verjuavtaluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435