Týski kanslarin vil hava kvinnuligan forseta

Týski kanslarin vil hava kvinnuligan forseta
Seinna valskeiðið hjá sitandi forseta, Frank-Walter Steinmeier, endar næsta ár
Friedrich Merz, samveldiskanslari, og Frank-Walter Steinmeier, forseti.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.11.2026 - 13:10

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, sigur, at næsti forsetin í landinum skal vera ein kvinna.

Tað segði Merz á afturlatnum fundi hjá kristnu demokratunum, CDU, í Berlin, sambært keldum frá týsku tíðindastovuni DPA. 

Merz skal eisini hava sagt, at hann ætlar at stuðla einum valevni, sum kann sameina fólkið, - eitt valevni á miðjuni í týskum politikki.

Týski forsetin hevur fyrst og fremst ein umboðandi leiklut. 

Núverandi forseti, Frank-Walter Steinmeier, hevur røtur í týska javnaðarflokkinum SPD. Hann tók við í 2017, og seinna valskeiðið endar í mars næsta ár.

 

Kvinnur verða nevndar

Fleiri kvinnur hava verið nevndar í sambandi við forseta-sessin. 

Talan er millum annað um Juliu Klöckner, forkvinnu í týska tjóðartinginum, Karin Prien, familjumálaráðharra, og Annegret Kramp-Karrenbauer, fyrrverandi forkvinna hjá Kristdemokratunum og verjumálaráðharra.

Leiðslan í Kristiliga demokratiska flokkinum fer væntandi at stilla upp forsetavalevni 9. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435