- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu lyfta favorittbyrðuna ímóti Kosovo

Føroyskir hondbóltsfjepparar hava stórar vónir til manslandsliðið, sum í kvøld fer undir EM-undankappingina við heimadysti ímóti Kosovo.
Ein sigur er eitt krav, og hann skal helst koma afturvið góðum álopsspæli við Tjarnir, har bert standipláss eru eftir og eingin søla verður við dyrnar.
Veruleikin er, at føroyska liðið ongantíð hevur verið betri enn tað sama. Allir spælararnir eru tøkir og væl fyri, og ivaleyst eru fleiri av teimum, sum ikki eru tiknir út hesa ferð, vónbrotnir um frávalið.
Óli Mittún hevur víst satt stórspæl fyri GOG í heyst, og Elias Ellefsen á Skipagøtu er uttan skaðar og spælir ikki líka nógv í Kiel, sum hann fyrr hevur gjørt. Tað kann koma Føroyum til góðar, og spælskiparin vil helst hava fýra stig fyri dystirnar ímóti Kosovo í Montenegro sunnudagin.
- Vit halda, at vit hava eitt betri lið enn hini bæði. Vit vita, at niðri í Montenegro hava øgiliga nóg øgiliga góð lið tapt. Har er ein øgiligur stemningur, men tað hava vit roynt fyrr við ymiskum úrslitum, men vit vóna at fáa fýra stig, segði Elias Ellefsen á Skipagøtu við portal.fo.
SÍ EISINI: Hondbóltslandsliðið hevur ongantíð verið betri
Bert seks dystir vera spældir í undankappingini, har mótstøðuliðini umframt Kosovo eru Montenegro og Ungarn. Tí er júst heimadysturin ímóti Kosovo týdningarmikil.
Føroyar vunnu báðar dystirnar ímóti balkanliðnum í EM-undankappingini í 2024/25. Í síðsta landsdystinum í høllini á Hálsi fóru Føroyar undan eftir steðgin og vunnu við 11 málum, meðan munurin á útivølli var tvey, tá sjálvt EM-plássið varð tryggjað
Dysturin ímóti Kosovo í kvøld er klokkan 19.00, og sjónvarpið hjá Kringvarpinum byrjar at senda klokkan 18.15. Ungarn tekur ímóti Montenegro í annaðkvøld.



























