Vil hava løgtingið at atkvøða fosturtøkumálið aftur í tingsalin

Vil hava løgtingið at atkvøða fosturtøkumálið aftur í tingsalin
Hervør Pálsdóttir, limur í rættarnevndini, hevur biðið um at fáa málið úr aftur nevnd
Hervør Pálsdóttir vil hava løgtingið at atkvøðu málið um broytingar í fosturtøkulógini úr rættarnevndini aftur í tingsalin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.11.2026 - 11:27

Løgtingið skal mánadagin atkvøða, um broytingarnar, sum Miðflokkurin vil hava í nýggju fosturtøkulógini, skulu aftur í løgtingssalin, hóast einki álit er komið um tær. 

Hervør Pálsdóttir hevur biðið um at fáa málið úr aftur nevnd. Hon er sjálv í rættarnevndini, sum hevur málið.

Rættarnevndin hevur havt málið síðani 24. september. Hon bað um longda freist til 4. november.

Rættarnevndin gjørdi av 23. oktober at skriva álit í málinum.

Einki álit kom úr rættarnevndini á tingfundinum í gjár, 4. november

Fyrst á tingfundinum mánadagin skal tingið atkvøða um uppskotið hjá Hervør Pálsdóttur um at fáa málið aftur í salin.

Sambært tingskipanini kann tingfólk krevja, at formaðurin setir spurningin til atkvøðugreiðslu, um tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Skipsboð
216603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470