Var Magnus Heinason ein hetja ella eitt bølmenni. Í sendingini verður tosað við søgufrøðingin Páll Nolsøe, sum hevur skrivað bók um Magnus Heinason.
Anna Malan Jógvansdóttir varð herfyri heiðrað av Mentamálaráðnum við virðislønini til ungt listafólk. Vit vitjaðu hana í heimbygdini.
Myndirnar eftir Beintu av Reyni eru vorðnar til við íblásti úr eitt nú filmum, tónleiki og tí siðbundnu myndlistini. Harumframt eru tær ein viðmerking til okkara leiklut sum menniskju i einum alheimi. Beinta greiðir frá um framsýningina "Infinity."
Komandi dagarnar verður filsmtevna í Havn. Vit tosa við tveir av stigtakarunum til Tórshavn Film Festival.
Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen, Sissal Kampmann og Heini í Skorini. Fotografur og klippari: Gudmund Helmsdal Nielsen.