Mimir er Føroya besta universitet, tí har lærir ein nakað um lívið. Tað heldur yrkjarin Daniella Andreasen, sum er klár við einum nýggjum savni. Vit hitta hana í sendingini.
Leikluturin hjá bókasøvnunum broytist í hesum digitalu tíðunum. Men helst verður nógv brúk fyri bókasøvnunum í eini framtíð, sum verður alt meira merkt av alternativum tíðindum og privatum nettænastum, heldur býarbókavørðurin Arnbjørn Ó. Dalsgarð.
Tey ungu hava tikið Instagram-miðilin til sín. Tað hava tey ungu listafólkini eisini. Í sendingini práta vit við fotomyndlistakvinnuna Gyðu Jacobæus um Instagram-fotografiir og feminismu.
Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen. Foto og klipt: Bjarki Thomsen.