- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gud signi Føroyar
Størsta trúarrørslan í Føroyum uttanfyri fólkakirkjuna er brøðrasamkoman, sum umfatar umleið 15 prosent av øllum føroyingum.
Brøðrasamkoman kom úr Bretlandi seint í 1800-talinum og hevur umleið 30 samkomuhús kring oyggjarnar í dag. Onga aðrastaðni í heiminum er brøðrasamkoman so stór sum í Føroyum.
Ein sentralur boðskapur í læru brøðranna er boðskapurin um frelsu og umvending. Sendingin kannar, hvussu læran um frelsu og umvending, um himmal og fortaping, myndar tað dagliga virksemið í brøðrasamkomuni í dag.
Gud signi Føroyar
Sending frá 2018.
Hvat eyðkennir føroyskan kristindóm í okkara samtíð?
Í seks pørtum fer sjónvarpsrøðin Gud signi Føroyar at varpa ljós á tær stóru kristnu rørslurnar í Føroyum, nú 500 ár eru liðin síðani reformatiónina.
Kristindómurin hevur mong andlit og finst í alskyns útgávum, og við einum fjølbroyttum úrvali av keldum við ymiskum sjónarmiðum og lívsroyndum viðger sendirøðin eisini tær ósemjur, sum finnast í føroyskum trúarlívi.
Heini í Skorini og Hans Petur Hansen hava lagt sendingina til rættis.