- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gud signi Føroyar
Tann evangeliska-lutherska fólkakirkjan er nógv tann størsta trúarrørslan í Føroyum og umboðar næstan 80 % av øllum føroyingum. Men hóast almenna fólkakirkjan hevur eitt niðurskrivað trúargrundarlag, so finnast fleiri ósemjur í kirkjuni bæði í mun til aktuellar samfelagsligar spurningar og í mun til tíðarleysar læruspurningar. Summir prestar umboða eina liberala gudfrøði aðrir eina konservativa gudfrøði.
Sendingin varpar ljós á internu mótsetningarnar og fjølbroytnið í føroysku fólkakirkjuni. Vit vitja eisini Humanistafelag Føroya, sum heldur tað vera skeivt, at landið stuðlar eini ávísari trúarrørslu fram um allar aðrar trúarrørslur í Føroyum.
Lagt til rættis: Heini í Skorini.
Gud signi Føroyar
Sending frá 2018.
Hvat eyðkennir føroyskan kristindóm í okkara samtíð?
Í seks pørtum fer sjónvarpsrøðin Gud signi Føroyar at varpa ljós á tær stóru kristnu rørslurnar í Føroyum, nú 500 ár eru liðin síðani reformatiónina.
Kristindómurin hevur mong andlit og finst í alskyns útgávum, og við einum fjølbroyttum úrvali av keldum við ymiskum sjónarmiðum og lívsroyndum viðger sendirøðin eisini tær ósemjur, sum finnast í føroyskum trúarlívi.
Heini í Skorini og Hans Petur Hansen hava lagt sendingina til rættis.