Samkirkju gudstænasta. Skapan – "skriftin á vegginum".
Kirkjuklokkan spælir
Præludium. Vágakórið
Inngangsbøn. Jóhannis Joensen
Sálmur 555 : Nú skínur sólin bjarta
Inngangskollekt. Jógvan Fríðriksson, bispur
Lestur: 1 Mós 2,4-9. Liz Jørgensen
Sangur. Magni Christiansen
Yrkingar, ( Chr Matras). Ria Tórgarð
Ein løta í kvirru...
Frelsunarherurin spælir
Lestur: Jes 40, 21-31. Lona Johansen
Trúarjáttan, ( í felag). Jógvan Fríðriksson
Sálmur 669 : Tann heimur, Harrin skapað hevur
Prædika. Jógvan Fríðriksson, bispur
Sálmur 25 : Upp alt, ið Harrin hevur gjørt
Útgangskollekt. Tummas Jacobsen
Aronitiska signingin. Tummas Jacobsen
Sálmur: ”Boðar tú til allar tjóðir ”. Sámal Ravnsfjall
Útgangsbøn. Jóhannis Joensen
Faðirvár, (í felag)
Klokkuspæl
Postludium. Vágakórið
Sálmur 1 :Harra Guð, títt dýra navn og æra
Inngangskollekt. Fólkakirkjan
Latið okkum øll biðja! Harra, vár Guð, himmalski faðir, tú, sum skapað hevur allar lutir, himmal og jørð, havið og alt, sum í teimum er, alt tað, sum livir og andar á foldum og í veldi tínum heldur øllum livandi og alheiminum uppi. Vit biðja teg, tú, sum hevur sett okkum at umsita náttúruna og allar gávur tínar, hjálp okkum at kenna ábyrgd fyri hvør øðrum og øllum skapanarverki tínum, so at vit umsita gávur tínar rætt, og ikki í sjálvsøkni, egingirnd og havisjúku misbrúka og oyðileggja tað, sum tú hevur skapað, men fara væl um náttúruna og umsita hana á skynsaman hátt til gagns fyri øll menniskju og alt livandi, djór og allan vøkstur fyri einborna son tín, Jesus Krist, váran harra, sum við tær livir og ræður í einleika heilaga andans, ein sannur Guð um aldur og ævir allar! Amen.
Lestur 1. Atventkirkjan
1 Mós 5-9
Tá ið Harrin Gud skapaði jørð og himin – men á vøllum jarðar var enn als eingin runnur til ; og ongar urtir vuksu enn á markini, av tí at Harrin Gud enn ikki hevði latið tað regna á jørðina, og eingir menn vóru til at dyrka jørðina; men upp úr jørðini kom kelda og vætaði alla markina – tá myndaði Harrin Gud mannin av mold jarðar og blásti lívsanda í nasar hans, og soleiðis varð maður til livandi skepnu.
Síðan plantaði Harrin Gud aldingarð í Eden í eysturlandi; og har setti hann mannin, sum hann hevði myndað.
Og Harrin Gud læt úr dyrkilendinum spretta upp alskyns trø, frálík á at líta og góð til matna og í miðjum aldingarði lívsins træ og træ kunnleikans um gott og ilt
Amen
Yrkingar ( Chr Matras) Fólkakirkjan
Náttúran
Eg legði oyrað ov nær inn at tær
Og hoyrdi tað, sum eingin visti var
Tí fekk eg aldri frið, tú elti meg
Og baðst í úrtíð meg at loysa teg
Tí vart ein megintægr í míni sál
Tó fáur hevði enn tær givið mál
- Myrkursduni – ella skróv í strá –
- mjúkum bug, sum bygdir hvílast á.
Eg kendi ofta í mær rúmdargos
Í ómegd pipraðist sum minsta bros
Tá aftur harðnaði mær eitt lag
Sum tú mær árla inn í oyra kvað
Mest sum tú rakst meg tá fram eftir rás
Til bjargamóti setti fyri lás
Og rendi skjálvta gjøgnum merg og blóð
Við sínum vegloysi hátt yvir sjó
Fátækt er mansins hjarta
Fátækt er mansins hjarta
Ørm er hans gonguferð
Kennir tú tó í løtum
Máttin ið heimin ber.
Kemur sum glottar av ljósi
Ið óvart nema við jørð
Er sum ein songur í oyrum
Frá øllum á foldum grør
Latum okkum standa eina løtu í kvirru....
Lestur 2. Fríkirkjan, Vegurin
Jesaja 40, 9 og 21-23 og 25-31
Gakk tær niðan á hægsta fjall, tú, sum bert Zion gleðiboð; rópa av kraft, tú gleðiboðari Jerúsalems; rópa ekkaleysur, sig við Júdaborgir:” Sí Gud tykkara...
Vita tit ikki, og hava tit ikki hoyrt tað, hevur tað ikki verið tykkum kunngjørt frá upphavi, og hava tit ikki havt kunnleika um tað, síðan jarðarinnar grundvøllum varð lagdur?
Tað er hann, ið situr hátt yvir jarðarkringinum, og teir, sum har búgva, eru sum ongsprettur; tað er hann, ið tenur út himinin eins og dúk og breiðir hann út eins og tjald til at búgva undir.
Hann ger høvdingar at ongum og jarðarinnar dómarar at fáfongd..
Við hvønn vilja tit sambera meg sum javnlíka mín, sigur hin heilagi.
Líti upp móti himni og síggi: Hvør skapaði hesar? ( stjørnurnar) Hann sum eftir tali leiðir her teirra fram og nevnir tær allar at navni, mikil í megi og veldismátti, so at eingin teirra vantar.
Hví talar tú svá, Jákup, og Ísrael, hví sigur tú hetta: “Vegur mín er fjaldur fyri Harranum, og rættur mín er gloppin Gudi úr mínum hondum”
Veitst tú tá ikki, hevur tú ikki hoyrt tað, at ævigur Gud er Harrin, ið skapað hevur ta víðu jørð? Hann møðist ikki og lúgvast ikki, órannsakandi er vísdómur hans
Hann gevur hinum maktaða megi og hinum máttleysa mikla styrki; ungmenni møðast og maktast, og unglingar níga; men teir, ið vóna á Harran, fáa kraft av nýggjum; teir renna og ikki møðast og ganga og ikki maktast
Amen
Kirkjubøn – skapanarsunnudag. ( Útgangskollekt áðrenn Aronitisku signingina.) Hvítusunnusamkoman
Latið okkum øll biðja!
Guð – faðir, sonur og heilagi andi,
skapari, loysnari og lívgevi!
Tú, sum hevur skapt heimin og okkum
og alt fjølbroytni í skaparaverkinum,
tær takka vit fyri handaverk títt,
fyri vakurleikan og alt tað undrunarverda
fyri góðsku og gávumildni títt,
og teg biðja vit fyrigeva alt tað, vit røkka ov stutt við:
Vit viðganga, at vit ikki hava virt gávur tínar,
sum vit áttu.
At vit í sjálvsøkni og við løtuvinningi fyri eyga
hava oytt og dálkað land og luft og hav.
Fyrigev okkum.
Vit takka tær fyri,
at tú gavst okkum menniskjum forvitni,
evni og hegni til at grunda yvir og granska
tilveruna og skaparaverkið.
Takk fyri gávur, hegni og vilja
til at grøða og linna sjúkur,
takk fyri innlit í góða og ringa ávirkan á skaparaverkið, í lívi menniskjunnar,
í lívinum á jørðini, í sjónum og í luftini
og hjálp okkum at brúka innlitið eftir tínum vilja.
Takk fyri allar teir batar,
vit eru før fyri at hjálpa illa støddum við.
Takk fyri alla framgongd í vitsku, og hjálp okkum,
at hon eisini verður til framgongd í vísdómi.
Takk fyri allar tær eldsálir, sum ikki spara seg sjálvar,
men sum ganga tíni ørindi,
samanhaldinum og fjøldini til gagns.
Hjálp okkum at søkja tað gagnliga
og gev okkum fyrilit,
so at vit eisini varnast okkara mørk.
Vit biðja teg fyri landi okkara,
fyri hvørjum heimi, hvørjum stovni og hvørjum einstøkum:
Ver tú hjá okkum við tínum góða anda.
Vit biðja teg fyri okkara børnum, at tey mega mennast í tryggum korum og kærleika.
Fyri okkara ungu,
at vit ikki kroysta tey at ganga okkara leiðir,
men at vit mega duga at stuðla teimum í
at menna sín egna samleika.
Fyri okkum tilkomnu og eldru, at vit ikki lata okkara part liggja eftir.
Vit biðja teg fyri øllum, sum hava makt og ávirkan,
lat tín anda vegleiða tey til alt, sum er rætt og gott.
Ver við drotning okkara, løgtingi, landsstýri
og øllum, sum í stórum og smáum taka avgerðir,
sum røkka inn í lívið hjá øðrum,
at alt má verða næsta okkara og skaparaverkinum til gagns og uppbyggingar.
Ver hjá øllum teimum,
sum stúra og stríðast við tungar spurningar,
øllum, sum syrgja og øllum,
sum kenna seg einsamøll og sett til viks.
Lat eygu tína hvíla, har okkara fara framvið,
steðga okkum, tá vit skunda okkum ov nógv,
styðja okkum, tá vit snáva, reis okkum, tá vit eru fallin
og koyr undir okkum, tá vit eru uppgevandi.
Hjálp okkum í orði og verki at játta tað góða
og at avnokta tað illa.
Ver hjá landsmonnum okkara á sjónum og úti í heimi.
Vit biðja teg fyri øllum heiminum,
læn oyrað til teirra, sum pínast og gráta
stuðla øllum, sum ganga friðar- og rættvísis-ørindi,
og steðga teimum, sum eru atvold til kríggj og neyð.
Ver við kirkju tíni her hjá okkum og um allan heimin.
Lat dyr hennara verða víðopnar fyri kærleika og samanhaldi millum øll børn tíni,
og stong tær fyri dømisjúku og mismunum.
Gev okkum øllum lívsmót
við tínum orði og sakramentum
til eisini at tala at órætti og vanvirðing av skaparaverkinum
og drag okkum aftur til tín, tá vit fara av leið.
Tað biðja vit øll í Jesu navni!
Amen