Kirkjutænarar
Biskupur: Jógvan Fríðriksson
Sóknarprestur: Jóannes Purkhús
Deknur: Jenny Lydersen
Urguleikari: Jógvan Josias á Hædd
Hornblástur: Andras Sólstein
Klokkari: Svanhild Christiansen
Sálmar
nr. 242 : Kirkjan hon er eitt gamalt hús
nr. 259 : Á hesum halga Harrans stað
Sálmur – yrktur av H.M. Jacobsen, tá kirkjan varð vígd í 1933. Stendur ikki í sálmabókini.
Hoyr okkum, Harri, hátt í himnahøllum,
ver miskunnsamur faðir okkum øllum,
lat ljós títt lýsa okkar millum bjart,
ger sálir vísar, so tú heiður fær!
Tær rúmar ikki himmalin hin skæri,
enn minni hús, vit bygdu tær til æru,
men lat títt eyga okkum hvíla á,
og hoyr tú bønir, sendar hiðan frá!
Send anda tín, sum okkum veg kann vísa,
send sannleiksljós títt okkum til at lýsa,
ger ljósast, har áður myrkrið veldið á,
ger ljósan vegin, sum vit skulu gá!
Leið sálir, sum í syndamyrkri fjakka,
leið tær til krossin, so tær kunnu takka
for frið og frelsu, teimum ognast har
við trúgv á hann, sum okkara syndir bar!
Vær tøkkum tær, Guð faðir, syni, anda,
títt halga ljós tú sendi oss til landa;
vær tøkkum tær, tí títt tað verkið er,
at húsið bygt er tær til æru her.
nr. 330: Yndislig, føgur
nr.332: Títt orð er, Guð, várt arvagóðs
Høgni Fagraberg var ljóðtøkningur og tók upp til sjónvarp.