Guðstænastur í útvarpi

Guðstænasta úr kirkjuni á Kirkju
28-05-2023
Kirkjan á Kirkju fyllir níti ár.

Kirkjutænarar

Biskupur: Jógvan Fríðriksson

Sóknarprestur: Jóannes Purkhús

Deknur: Jenny Lydersen

Urguleikari: Jógvan Josias á Hædd

Hornblástur: Andras Sólstein

Klokkari: Svanhild Christiansen

Sálmar

nr. 242 : Kirkjan hon er eitt gamalt hús

nr. 259 : Á hesum halga Harrans stað

Sálmur – yrktur av H.M. Jacobsen, tá kirkjan varð vígd í 1933. Stendur ikki í sálmabókini.

Hoyr okkum, Harri, hátt í himnahøllum,

ver miskunnsamur faðir okkum øllum,

lat ljós títt lýsa okkar millum bjart,

ger sálir vísar, so tú heiður fær!

 

Tær rúmar ikki himmalin hin skæri,

enn minni hús, vit bygdu tær til æru,

men lat títt eyga okkum hvíla á,

og hoyr tú bønir, sendar hiðan frá!

 

Send anda tín, sum okkum veg kann vísa,

send sannleiksljós títt okkum til at lýsa,

ger ljósast, har áður myrkrið veldið á,

ger ljósan vegin, sum vit skulu gá!

 

Leið sálir, sum í syndamyrkri fjakka,

leið tær til krossin, so tær kunnu takka

for frið og frelsu, teimum ognast har

við trúgv á hann, sum okkara syndir bar!

 

Vær tøkkum tær, Guð faðir, syni, anda,

títt halga ljós tú sendi oss til landa;

vær tøkkum tær, tí títt tað verkið er,

at húsið bygt er tær til æru her.

 

nr. 330: Yndislig, føgur

nr.332: Títt orð er, Guð, várt arvagóðs

Høgni Fagraberg var ljóðtøkningur og tók upp til sjónvarp.

Guðstænastur í útvarpi

Útvarpið sendir beinleiðis gudstænastu hvønn sunnudag í árinum úr føroysku fólkakirkjuni. Harumframt verða gudstænastur eisini útvarpaðar um kirkjuligu høgtíðirnar. Sagt verður, hvør er prestur, deknur, urguleikari og klokkari, og hvørjir sálmar verða sungnir.
Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, prædikar
21-04-2024
Í dag varð guðstænastan send úr Havnar kirkju. Uni Næs, dómpróstur, prædikaði
14-04-2024
Í dag varð guðstænastan send úr Havnar kirkju. Anne Mette Greve Klemensen, prestur, prædikaði
07-04-2024
Í dag varð Ovi Brim, prestur, skipaður í embætið sum próstur.
01-04-2024
Í dag varð guðstænastan send úr Vesturkirkjuni í Havn. Heri Joensen, prestur, prædikaði
31-03-2024
Í dag varð guðstænastan send úr Hvannasunds kirkju. Jóannes Purkhús, prestur, prædikaði
29-03-2024
Skírhósdagur.
28-03-2024
Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, prædikar.
24-03-2024
Jákup Erlingsson Petersen, prestur, prædikar
17-03-2024
Í dag varð guðstænastan send úr Sjóvar kirkju. Tummas Kannuberg, prestur, prædikaði
10-03-2024
Í dag varð guðstænastan send úr Leirvíkar kirkju. Gerhard Jónsson Mikkelsen, prestur, prædikaði
25-02-2024
Theodor Eli Dam Olsen, prestur prædikar.
18-02-2024