Árliga stuðulskonsertin hjá Barnabata er hesaferð í Hoyvíkar kirkju og verður send beinleiðis í Sjónvarpinum. Sostatt hava fólk í hesum koronatíðum høvi at njóta konsertina heima í stovuni og samstundis at stuðla einum góðum endamáli við at flyta pengar. Alt, sum inn kemur, fer beinleiðis til børn í fátækravága.
Kór og einstaklingar, sum framføra á hesari stuðulskonsertini, eru:
- Morgunkórið við Sigrið Sivertsen sum leiðara
- Seks ára gamla genta Ró
- Ung Stjørnuskot. Sigrið Sivertsen er leiðari og Jónleif Jensen og Heðin Ziska Davidsen hava ábyrgdina av tónleikinum
- Jens Marni Hansen saman við barnakóri
- Heine Lützen og dóttirin Jóhanna
- Blátt Gras
- Tóra og Pætur við Keldu
- Ernst Sondum Dalsgarð
- Xperiment
Miðskeiðis á konsertini hugleiðir Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, um evnið "Í menniskjum góður tokki", og í samrøðu greiða Niels Petersen, sum var fyrsti formaður í Barnabata fyri 40 árum síðani, og Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, frá virkseminum hjá Barnabata fyrr og nú.
Enn ber til at stuðla við at flyta pengar til Jólahjálpina hjá Barnabata. Í morgin, mánadagin, fer Barnabati at kunngera hvussu nógvir pengar eru komnir inn í sambandi við hesa stuðulskonsert.
Vertur er Tórður Mikkelsen.