Tá ið hennara hátign, Drotning Margretha, fylti 80 ár, avgjørdi Løgtingið og landsstýrið at lata henni eina føðingardagsgávu. Ein eftirgjørdan ringpróvn úr gulli frá víkingatíð. Vit fylgja gongdini at evna til gávuna til Drotningina og eisini hoyra vit søguna um prónin, ið var funnin í eini víkingagrøv í Tjørnuvík. Jens Jákup Hansen hevur tikið upp og sett saman. Kári Sólstein hevur lagt til rættis.