Vit eru á ferð í 2008 við einum 7 flokki úr Hoyvíkar Skúla, sum á vári 2007 vitjaði í Umanaq. Hesin fjarskotni grønlendski býurin liggur langt norðanfyri pólkringin. Har er lívið merkt av tætta tilknýtinum til náttúruna og føroyingarnir uppliva tann heilt serliga túrin á hundasletu tvørtur um grønlendsku ísoyðuna. Ferðin í Grønlandi ristir seg fast í minnið hjá teimum ferðandi. Tey fara, saman við børnunum í Umanaq, at vitja jólamannin, sum býr undir Hjartafjallinum. Sendingina gjørdu: Zacharias Hammer, Bjarnheðin í Hoyvík, Jonna Fritsdóttir Mortensen.