Jóla- og nýggjárssendingar

Jólaaftan undir hjartafjallinum
25-12-2021
- føroysk jólasending úr Grønlandi frá 2008

Vit eru á ferð við einum 7 flokki úr Hoyvíkar Skúla, sum á vári 2007 vitjaði í Uummannaq. Hesin fjarskotni grønlendski býurin liggur langt norðanfyri pólkringin. Har er lívið merkt av tætta tilknýtinum til náttúruna og føroyingarnir uppliva tann heilt serliga túrin á hundasletu tvørtur um grønlendsku ísoyðuna. Ferðin í Grønlandi ristir seg fast í minnið hjá teimum ferðandi. Tey fara, saman við børnunum í Uummannaq, at vitja jólamannin, sum býr undir Hjartafjallinum. Sendingina gjørdu: Zacharias Hammer, Bjarnheðin í Hoyvík, Jonna Fritsdóttir Mortensen.

Jóla- og nýggjárssendingar

Sendingar, ið verða sendar um jóla- og nýggjárstíð, verða lagdar á síðuna her, meðan høgtíðin er.

- jólakonsert í City Church frá 2022
25-12-2024
“Sálmar í nýggjum hami” var eitt tiltak hjá Reformatiónsnevndini hjá Fólkakirkjuni, sum varð framført í Norðurlandahúsinum í oktober í ár.
25-12-2024
- føroysk jólakonsert
24-12-2024
Leitanin eftir framtíðini
24-12-2024
- 2024
19-12-2024
Asbjørn Lómaklett lesur jólaevangeliið. Klaksvíkar hornorkestur spælir. Upptøkur og sett saman: Ólavur Wolles.
25-12-2022
Eydna Skaale lesur úr Jóhannes evangeliinum. Tórfríð Tavsen syngur sangin Mitt um vetursnætur. Dánjal Tavsen spælir á klaver.
26-12-2021
Eydna Skaale lesur jólaevangeliið. Tórfríð Tavsen syngur Gleðilig Jól og Dánjal Tavsen spælir á klaver.
25-12-2021