Vit eru við Niels Midjord á konsertferð í Norra. Hann hevur sett saman tekstir hjá norska skaldinum Petter Dass, við siðbundnar føroyskar vísur í nýggjum útsetingum. Vit fylgja Niels og Eilin Hansen á ferð teirra úr Bodø til Ålesund, har tey framføra í kirkjum har um leiðir.