Fjórða sendingin um seinna heimsbardaga, tá Bretland hersetti Føroyar og Týskland tók Danmark.
Heresetingarnar høvdu við sær, at kravt varð, at føroysk skip ikki sigldu undir donskum flaggi. Spurningurin var so, hvørjum flaggi tey skuldu sigla undir.
Amtmanninum dámdi ikki at Dannebrog varð strikað og bretski konsulin royndi segh við einum uppskoti um eitt uttanveltað grønt flagg. Men føroyingar yvirhøvur vildu hava Merkið á skipini.
Meirilutin av politikarunum á løgtingi tók undir við hesum, og endin var, at bretski konsulin kunngjørdi, at føroysk skip hereftir sigldu undir Merkinum í altjóða sjógvi. Kravgongur høvdu verið í havnargøtum upp undir 25. apríl.
Tá viðurkenningin var komin, var fagnaðargonga í býnum og endað varð við dansi á Tinghúsvøllinum. Jógvan Arge legði til rættis í 1990.