Nólsoy kann lýsast sum tað staðið, har ið markið millum hipstaran og bygdafrellið hvørvur.
Hetta sigur Maud Wang Hansen, sum vit hittu í dagstovninum Látrið í Nólsoy. Og júst markið millum býar- og bygdalív er ikki so eyðsýnt í Nólsoy sum í øðrum føroyskum bygdum. Hetta sæst eisini aftur í spurnarkanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kulfaktor Føroya, tí tey trý fyribrigdini, sum eru ovast á listanum yvir hvat, sum tey seta í samband við Nólsoy, eru umhvørvi og grøn øki; býarlív, so sum kaffistovur, matstovur og náttarlív; og mentan og list.
Í spurnarkanningini varð eisini spurt um hvønn týdning ein matvøruhandil í nærumhvørvinum hevur. Og her svaraðu 64,2 prosent av teimum spurdu at matvøruhandil í nærumhvørvinum hevði sera stóran týdning fyri teirra trivna, 31,2 prosent søgdu nokk so stóran týdning, meðan 4,2 prosent svaraðu ikki serliga stóran týdning.
Og handilin í Nólsoy hevur sera stóran týdning, sigur Hervør Hansen, sum hevur rikið handilin í Nólsoy, Matvørubúðin, í mong ár. Og uttanfyri hittu vit Leif Hansen, sum eitt nú nemur við sosiala lívið í bygdini.
Vit eru á ferð saman við Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi við sergrein í býarskipan, og Ninu Arge, ið er arkitektur og eftirútbúgvin innan býarskipan. Í sendingini nema tey við týdningin av at bilar ikki hava verið í bygdini so leingi, og tey mongu livandi, hugnaliga og fjálgu uttandura bygdarúmini í stóran mun eru í tráð við tankarnar hjá Jan Gehl um trivna og tað góða lívið.
Men tey finnast eisini at nýggju útstykkingini, sum ikki hevur somu dygdir sum gomlu býlingarnir.
Ein hin størsti kulfaktorurin í Nólsoy hevur óiva verið Ove Joensen, sum einsamallur róði úr Føroyum til Danmarkar í 1986. Og nú fær Ove Joensen sítt egna savn í Nólsoy, har ið høvið verður at síggja bátin hjá Ova, Dianu Victoriu, samstundis sum høvið eisini verður at síggja allar lutirnar, ið Ove fekk til gávus eftir bragdið í 1986. Og saman við Nicolaj Falck skifta vit orð um hetta og ymiskt annað.
Nicolaj nemur eisini við trupuleikan, tá ið fólk skulu seta búgv í Nólsoy, eitt nú tá ið talan er um fígging.
Vit vitjaðu eisini á Látrinum, ið er dagstovnurin í Nólsoy, har ið vit hittu leiðaran, Maud Wang Hansen, og námsfrøðingin, Masaab Bin Shahzad, ið kemur frá Keypmannahavn, og sum trívist framúr væl í Nólsoy - og hann sær nógvar dygdir í bygdini. Og vit fingu eisini orð á fýra fitt børn, ið siga sína hugsan um kulfaktorin í bygdini.
Anja Hartmann Wardum, ið er leiðari á Kunningarstovuni í Nólsoy, er ættað úr Havn og búsitandi í Nólsoy. Hon nemur eitt nú við Nólsoy sum ferðamál og um hvussu tað er at vera tilflytari í Nólsoy.
Í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kulfaktor Føroya, spurdu vit eisini hvussu ofta fólk ferðast til Nólsoyar: 0,8 prosent søgdu dagliga ella fleiri ferðir um vikuna. 3,8 prosent søgdu nakrar ferðir um mánaðin. 61,8 prosent søgdu eina ferð um árið ella minni. 0,8 prosent svaraðu at tey búgva í Nólsoy. Og 32,8 prosent søgdu at tey ongantíð ferðaðust til Nólsoyar.
Tú kanst hoyra Kulfaktor Føroya sendingina úr Nólsoy her!